詩の本の思潮社

ホーム編集部から > 現代フェーロー諸島詩集(原文および朗読)②
編集部から

現代フェーロー諸島詩集(原文および朗読)②

2013年03月19日

ヨウアネス・ニルセン
Jóanes Nielsen
(海保千暁訳、翻訳は「現代詩手帖」2013年3月号に掲載。
朗読はいずれも作者本人によるもの)

ペスト
PEST

Summar dagar plágist eg av øllum tí hvíta
Brævpappírið er hvítt
Lakið er hvítt
Og summi fólk eg ikki brýggi meg um
Hava alt ov hvít smíl
Eg veit ikki um ljóð hava litir
Men summar hurðar og summi fet
Ljóða sum okkurt hvítt
Eisini líkklæðini eru hvít
Tað er sum vit dagliga øva okkum í at doyggja
Sorgin er hvít
Nervapillarin
Og hasar forbannaðu dúgvurnar á gravsteinunum
Alt er hvítt
Skurðstovan
Slaktarahølið
Og kjólin hjá brúðurini
Tað larmar so
Alt hetta hvíta
Knúsar postalínið í sálini

Hvat er eftir?
Morgindagurin er eftir
Nakað sum ikki rættiliga er til
Er eftir



季節の間で延縄を手繰る
Draga millum árstíðir

Tá ið skiparin rópti:
˶Kappa!″
vóru vit næstan girdir inni.
Boyur
standarar og lína
alt hvarv undir ísbrúnna.

Haldi at havið og ísur hóska saman
mundi sagt: Elska hvørt annað.

Vit fiskimenn eru bara snúltarar
seta og draga
millum árstíðirnar.